VÍF-KÍF: Stríðsvilji og liðavrik = 28-16

Tað var fyrst og fremst framúr góður stríðsvilji og eitt liðavrik, sum gjørdi, at menninir hjá VÍF mikukvøldið vunnu 28-16 á KÍF. Á pappírinum er KÍF nærmasti kappingarneyti hjá VÍF um annað finaluplássið í FM-kappingini. Og sammett við dystirnar, sum VÍF hevur spælt móti KÍF fyrr í kappingarárinum, steypadystirnar íroknaðar, so var KÍF á pappírinum tað sterkara liðið undan dystinum í høllini í Vestmanna. Rógvi Weihe var ikki við, men annars var KÍF-liðið stórt sæð óbroytt. Hjá VÍF var Filip Jojic ikki við, Áki Egilsnes var sjúkur og spældi bara partar av dystinum og Heini Hanusarson sat á beinkinum allan dystin.

mynd 2

At fremstu málskjúttararnir høvdu forfall, var helst júst tað, sum gjørdi, at hinir VÍF-leikararnir allir sum ein tóku ábyrgd á seg og meldaðu seg 100 prosent, og gott og væl tað, inn í dystin. “Hetta mugu vit klára sjálvir. Vit vilja prógva, at vit kunnu klára hetta sjálvir.”

Tað gjørdu teir eisini so sanniliga. Vit sóu tað á hugburðinum, tá leikararnir komu á vøllin. Teir bóru høvdu høgt, spæligleðin lýsti av teimum frá fyrsta bríksli og smílini og brosini gjørdust bara størri, sum dystur leið – og eg rokni við, at tað fer at taka sína tíð at viska sigursgleðina av andlitsbrøgdunum.

Karmarnir vóru nærum perfektir. Mikukvøldsdystir savna vanliga ikki so nógvar áskoðarar, men væl av vestmenningum vóru komnir í høllina at rópa á sítt lið. Tey ungu høvdu eisini savnað seg og róptu javnt og samt gjøgnum allan dystin.

mynd 5

Serliga gleðiligt var tað, at VÍF hevði lagt seg eftir at spæla skjótan hondbólt allan dystin. Við slíkum spæli henda stundum tekniskir feilir, men feilirnir vóru ikki nógvir hetta kvøldið. Onkur mistur bóltur og onkur feilsending, treyðugt so, men einki at snakka um, serliga tí teir gjørdu tað gott aftur beint eftir.

Gleðiligt var eisini at síggja, at VÍF vann fleiri mál sjálvt í undirtalsstøðum, bæði við fýra og fimm monnum móti seks skutu teir eftir vild og býttu gleðina millum sín – antin við málgevandi sendingum, taklingum ella málum.

Kanska tað týdningarmesta við stórsigrinum móti KÍF var, at menninir vunnu sjálvsálitið aftur. Teir prógvaðu týdningin av at flyta seg alla tíðina og sjáldan skutu teir, uttan at maður var nøkulunda leysur. Bara í tí einu løtuni seint í fyrra hálvleiki, tá KÍF minkaði um málmunin niður í tvey mál, sást eitt sindur av fjáltri og panikki, sum førdi til einstøk hálvbýtt einmansavrik. Ingi Olsen tók tá, sum rætt var, timeout, reinsaði sylindarin og gav boð um at seta ferðina eitt sindur upp aftur. Tað eydnaðist. Har var eingin slingur í valsinum og vit sungu sigurin heim allan seinna hálvleik.

KÍF vardi seg sjálvandi sum frægast eftir dystin. “VÍF var hepnari, teir fingu allar returarnar og fingu eisini mál upp á returarnar.” Og síðani øll ramsan um stong út og stong inn, hepni osfr. Slíkar undanførslur brúkar VÍF eisini, tá vestmenningar tapa.

Men lat tað vera sagt, at hetta var okkara dystur. Og viðhvørt skal eitt sindur av hepni til. Men hepni, stríðsvilji og liðavrik hanga saman. Tað er bara, tá stríðsviljin er í topp og viljin at renna eitt sindur eyka liggur í adrenalininum tveir dagar áðrenn dystir byrja, at tú fært fatur á øllum returunum og roynir eina ferð aftur og aftur eina ferð afturat – og so er bólturin í málinum.

Fyrstu 24 minuttirnar í seinna hálvleiki fekk KÍF bara eitt mál. Tá helt eg fyri, at nú var synd í kollfirðingum. Ein knappur politikari framman fyri meg vendi sær á og sendi eyguni eftir mær. – Men spyrt tú meg, um KÍF-ararnir vóru óhepnir hesar 24 minuttirnar, so er svarið ja, eitt sindur óhepnir í løtum, men støðan vitnaði meira um eina hamrandi sterka VÍF-verju við Sámali Joensen á odda í miðverjuni væl stuðlaður av fimm djørvum soldátum bæði til høgru og vinstru og útiá.

Seinasti skansin, málverjin Niklas Simonsen, mundi vera dagsins maður. Tað, sum eingin málmaður kann taka, fór í málið, men tað, sum eitt menniskja av kjøti og blóði hevur møguleikar at bjarga, tað bjargaði Niklas. VÍF hevði tó ikki tapt handa dystin, um dagurin hjá Niklasi eydnaðist minni væl, men munurin hevði verið væl minni.

mynd 4

Eg plagi ongantíð at velja dagsins ditt og datt. Men onkur er vónandi samdur við mær, tá eg sigi, at Niklas í málinum var dagsins maður, at hetta helst var besti dystur hjá Sjúrða, at Selvig verulig fann sítt pláss á liðinum, at Julian vísti, hvussu stórt potensiali hann hevur, tá á stendur, at Sámal og Agnar nærkast stórforminum frá gomlum døgum, at Andrias einaferð enn prógvaði, at kvikt spæl loysur seg, at Hanus fær ferð á liðið, tá hann speedar upp, at Rúni hevur staðfest seg á liðinum, at Áki gjørdi mun, hóast hann hevði krím og 38 stig í fepuri og at Nunnu, hóast lítla spælitíð, prógvaði, at hann er ein tryggur spælari við klókum sendingum. Magnus kom inn einaferð at taka brotskast og fylti onkursvegna so nógv í málinum, at KÍF-arin skeyt á stongina. Ingi skal saktans eisini hava rós fyri góða motivering og klókar avgerðin. Teir á bonkinum mugu eisini fáa eitt gott orð við á ferðini fyri at samgleðast og at standa klárir at gera mun, um boð vóru eftir teimum.

Næsti dystur er móti Neistanum sunnudagin Havn. Vit vita øll, at tað kann gerast ein heilt annar dystur. Men okkurt av tí sama, sum var í Vestmanna, skal vónandi við til Havnar. Dysturin giti eg byrjar í høvdinum á leikarunum fríggjadagin klokkan 16.00. Karmarnir har vera vónandi teir somu, sum í Vestmanna. Høllin á Hálsi er okkara næsti heimavøllur og vit vænta nógv VÍF-viðhaldsfólk.

mynd 1