Intersport Night Cup 2019

Nýtið heystfrítíðina aktivt – vit hava karmarnar. VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltsáhugaðum at luttaka til ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

Sami leistur sum í fjør verður nýttur í ár, tvs. at kappast verður í tveir dagar.
Byrjað verður hósmorgunin 17. oktober uml. kl. 10:00 við U10.
Fríggjadagin 18. oktober uml. kl. 10:00 byrja so U12 og U14.
Bæði kvøldini enda við “diskoteki” / “hugnakvøldi” fyri hondbóltsspælararnar.
Tiltakið endar uml. kl. 24:00 hóskvøldið og uml. kl. 01:00 fríggjakvøldið.

Um nóg nógv tekna seg og tørvur er á tí, fer bussur at koyra úr Vestmanna eftir tiltakið. Tilmelding til bussin krevst, og kostnaðurin verður kr. 50,- fyri hvønn.

Vinnandi liðini av kappingini (í hvørjum aldursbólki) fáa ein super lekkran vinning. Eisini fáa tey steyp og heiðursmerki.

Praktiskar upplýsingar:
Tilmeldingin fer fram við at senda sms á tlf. 219099 (Bjørg) og tlf. 784405 (Eyð) ella send teldupost til eyd.hansen@gmail.com í seinasta lagi mánadagin 14. oktober 2019.

Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 200,-. Við í prísinum er ein lekkur Adidas Night Cup blusa og toast. Ókeypis frukt og vatn meðan kappingin er.

Luttøkugjaldið skal gjaldast, við at flyta eina upphædd fyri hvørt lið á 6460 154.208.9 ella gjaldast av venjara í høllini áðrenn kappingin byrjar. Vit taka ímóti øllum gjaldskortum og kontantum.

Minnist til at eggja leikarum tykkara at luttaka til Intersport Night Cup – Tílík tiltøk skapa vinarbond tvørturum feløg, og ikki minst skapa samanhald millum spælararnar á liðnum, og sum eisini er ein fyritreyt fyri góðum hondbóltsspæli og góðum úrslitum.

Við ítróttarkvøðu

VÍF