DÓMARASKEIÐ FYRI ØLL 10. OKT.

Skeiðið verður í skúlanum og ítróttarhøllini hóskvøldið 10. oktobur kl. 19:00

Hvør kann koma á skeið?
1. Øll í felagnum, ið døma í yngri og eldru deildunum
2. Venjarar í felagnum
3. Skrivarar og tíðtakarar
4. Áskoðarar og øll onnur áhugað

Yvirskipað skrá:
1. Hvat er høvuðsuppgávan hjá einum dómara og hvat inniber rollan
2. Hvat siga reglarnar og hvussu leiða vit ein hondbóltsdyst um mun til galdandi reglar
– Gjøgnumgongd av grundleggjandi dómarareglum, tolkan av reglum og dómaratekin v.m.
– Hvussu skal dømast í yngru deildunum, vaksnamannadeildum og fremstu deildum.
– Spurningar og svar til reglar og praksis
3. Hvat er uppgávan hjá skrivara og tíðtakara
4. Hvussu kunnu dómarar og venjarar samstarva og menna hondbóltsspælið (serliga í yngru deildunum)
5. Hvussu kann eg mennast sum dómari (Menningarætlan hjá HSF)
Evni 2 og 3 verða partvíst tikin upp í fundarhøli og úti á hondbóltsvøllinum.

Skeiðshaldarar eru:
Karstin Joensen, regultulkari og mennari
Hartvig Joensen, eygleiðari og mennari
Heri Petersen, dómari og mennari
Dánjal Samuelsen, dómari og mennari

Møtið fjølment

NEVNDIN