Venjarar settir til komandi kappingarár

VÍF hevur gjørt avtalu við venjarar til bestu lið felagsins, sum eisini skulu taka sær av ungdómsliðum.

Venjari hjá besta mansliði verður danin John Larsen, sum var venjari hjá kvinnuliðnum seinastu 2 mánaðirnar í farna kappingarári, áðrenn koronasteðgin. Hann verður eisini høvuðsungdómsvenjari, umframt hjálparvenjari hjá SMS-kvinnuliðnum. John Larsen er 43 ár, ættaður úr Kolding, er útbúgvin EHF Master Coach og hevur drúgvar royndir sum venjari í Danmark og Norra.

Høvuðsvenjari hjá kvinnunum verður 31-ára gamli havnarmaðurin Jóhan Hofgaard, sum fleiri helst kenna sum málverja hjá H71 fyri nøkrum árum síðani. Hann verður eisini venjari hjá onkrum ungdómsliði, umframt at hann verður partur av nýggja toyminum, sum skal skipa styrkivenjingina hjá VÍF.   Eftir at hava tikið kandidatútbúgving í ítrótti og lívfrøði í Danmark, hevur hann seinnu árini verið venjari, fysiskur venjari og málmansvenjari hjá H71 og fótbóltsfelagnum B36. Seinasta árið hevur hann starvast á Miðnámi í Vestmanna, har hann hevur trivist somikið væl, at hann nú víðkar um sítt virksemi í bygdini.

VÍF ynskir báðum venjarunum hjartaliga vælkomnum til felagið, við vón um at teir verða við til at geva okkum enn fleiri gular og bláar dagar 💛💙

 

                                                           

Jóhan Hofgaard og Sámal Joensen

Sámal Joensen og John Larsen