Tíðindi

Besti dysturin í vetur

Atlantic Airways: Neistin – VÍF 38-37 (23-20) Heldur ikki VÍF kláraði at basa neistamonnum, sum ongan dyst hava tapt í kappingarárinum. Og tað kunnu vestmenningar takka sær sjálvum fyri, tí okkara menn høvdu møguleikan at avgera dystin. Tá ið eini fimm minuttir vóru eftir førdi VÍF 37-35. Men hóast VÍF hesa løtuna eisini hevði eina …

Besti dysturin í vetur Read More »

Ein dystur at gloyma

Sunset: Neistin- VÍF 36-17 (19-4) Dysturin hjá kvinnunum móti Neistanum skal bara gloymast sum skjótast. 19-4 var støðan í hálvleikinum, og tað sigur tað heila. Tíbetur tímdu neistakvinnur ikki at halda ferðini í seinna hálvleiki, og Neistin brúkti eisini høvi at royna fleiri av eykaleikarunum. Vestmannakvinnurnar hava ongan dyst spælt í meira enn tríggjar vikur, …

Ein dystur at gloyma Read More »

Vunnu til endans

VÍF – STÍF 27-25 Tað var ikki nógv fólk í høllini til dystin í dag. Var eisini fluttur frá kl 4 til 3. Hetta var ikki nóg væl lýst, og komu nøkur í høllina, tá dysturin var við at vera liðugur. Sjálvur dysturin byrjaði varliga. Liðini skiftust at fáa mál. Vit høvdu munin allan hálvleikin, …

Vunnu til endans Read More »