Um VÍF

Vestmanna Ítróttarfelag

VÍF er stovnað 17. mei 1939. Í dag er limatalið umleið 800 limir, aktivir og passivir.

Hondbóltur

Vestmanna hevur altíð verið kallað hondbóltsbygd burturav. Hondbólturin hevur upp gjøgnum tíðirnar altíð verið væl umtóktur.
Fyrsta lið, sum í 1939 var umboðað, vóru kvinnurnar. Í 1942 komu menninir eisini við einum mansliði.
Tey fyrstu árini felagið var virkið, spældu tey inni á Fjarðasandi, og síðan var farið niðan á “Gomluplen”.
Seinni varð spælt á vøllinum oman fyri skúlan. Í nøkur fá ár varð vant og leikt inni á Skála, áðrenn okkara egna ítróttarhøll stóð liðugt bygd og varð tikin í nýtslu í 1986.

Kappróður

Kappróður hevur eisini altíð verið væl umboðaður í Vestmanna. Fyrsta Vestmenningin smíðaði Jógvan í Skálum í 1927. Seinni bygdi hann eisini ta fyrstu Havfrúnna. Maðurin, sum bygdi seinna Vestmenning og Havfrúnna – nú nevnd Fortúna – æt Niclas í Koltri. Hann bygdi stóran part av føroyska kappróðrarflotanum.
Í ár 2000 bygdi Olaf Haldansen nýggja Vestmenning, sum verður brúktur í dag. Hann hevur síðani eisini smíðað 6-mannafarið Fortunu og 5-mannafarið Havfrúnna.