Dystar frásøgn VÍF-Tjaldur

Dysturin ímillum VÍF og Tjaldur í dag bleiv ongantíð tað spennandi, sum kanska mong kundu hugsa sær. Tjaldur leggi seg beinanvegin framum við 4 málum og økti so við og við bara um munin. Hálvleikstøðan var 16-10 til Tjaldur Tó var tað fyrst í seinna hálvleiki, at VÍF kvinnunar gjørdu eina roynd, at koma inn í dystin aftur. Tær fingu minka um munin niður í 4 mál, men so svaraði Tjaldur aftur og økti um leiðsluna har VÍF kvinnunar byrjaðu at gera ov nógvar tekninskar feilir og tað kostaði orku.

Tað skal tó sigast at VÍF kvinnunar vóru ikki fullmannaðar. Tórgunn var burturstødd og Liljan situr uttanfyri við skaða. Tað vil siga at skotstyrkin útifrá hjá VÍF var ikki tann hon kundi verði. Hjá VÍF var tað serliga Agnas Olsen sum beit frá sær, hon skoraði eisini 7 mál.

Tað bleiv til tíðir tunkt hjá vestmanna kvinnunum, tí skotstyrkin útifrá manglaði og skuldu tær spæla seg ígjøgnum sterku Tjaldurs verjuna hvørja fer.

Tjaldur koyrdi sítt spæl og var tað Simona og Adina sum løgdu linjuna. Tað sást ikki á Tjaldurs kvinnunum, at tær høvdu havt ein strævnan dyst ímóti Sjørnuni í Coca Cola Cup finaluni farna vikuskifti.

Alt í alt so var sigurin hjá Tjardur fult uppiborðin og verða tær nokk ringar at sifta í ár.

Toppskjúttanir hjá VÍF vóru Agnas Olsen við 7 málum, Tóra Seloy 4 mál og Annika Poulsen skjeyt eisini 4 mál.

Hjá Tjaldur var tað Adina Petrea sum skjeyt 13 mál, Simona Petersen skjeyt 6 mál og Annika Thomsen skjeyt 4 mál.