Rópandi viðhaldsfólk geva vind í seglini

Venjararnir hjá kvinnum og monnum vænta tveir javnar dystir móti Neistanum mikukvøldið 16. desember. Tá soleiðis er, kemur tað væl við, um høllin er full av VÍF-viðhaldsfólki. Rópini geva góðan vind í seglini og gera tað so ómetaliga nógv lættari hjá heimaliðinum at leika.

Kvinnurnar spæla sín seinasta dyst í hesum kalendaraárinum, og bara tað eigur at vera eitt høvi hjá øllum, sum orka at ganga, at ragga sær í høllina. VÍF-áskoðararnir eru, sum Geir Wardum skrivar, áttanda kvinnan á liðnum. Kvinnurnar hava spælt ótrúliga væl seinastu dystirnar við stórsigrum í Vági og á Skála. Ikki minst var sigurin á StÍF óvæntaður, tí StÍF hevði beint framman undan vunnið á oddaliðnum Neistanum.

IMG_9067

VÍF hevur tapt báðar dystirnar móti Neistan higartil í ár, men í báðum dystunum kundi VÍF havt bjargað sær stigini. Serliga í dystinum í Havn, har eitt meira vakið eyga við Jacklin Durhuus ivaleyst hevði koppað úrslitið til okkara fyrimun.

Uppsettir menn

VÍF-menninir eru sera uppsettir at vinna eftir tapið móti KÍF fyri 10 døgum síðani. Tað verður kanska ringt hjá Neistamonnunum at vera líka uppsettir, sum KÍF-arnir í dystinum móti VÍF. VÍF vann fyrsta dystin móti Neistanum í Havn 27-24. Men Neistin vann á VÍF í stórsteypadystinum, beint áðrenn kappingin í ár byrjaði. Og í fjør lumpaði Neistin VÍF einar tvær ferðir, hóast VÍF í tøttum dysti vann Neistan í steypafinaluni.

Neistin hevur lítlan møguleikar í landskappingini í ár, og tí kann liðið spæla púra frítt frá livrini og á tann hátt menna seg til steypakappingina. Hjá VÍF stendur hinvegin meira upp á spæl, men royndirnar frá bæði í fjør og í ár við nógvum avgerandi og tøttum dystum, eigur at fáa okkara leikarar at spæla klókt, har tað klókasta kanska er at gera av framman undan at geva seg 110 prosent.

Áskoðararnir fara at rópa í morgin. Tað ræður um at reka væl og tað ræður um at skipa heppingina soleiðis, at rópini eru íhaldandi, hóast tað stendur á jøvnum ella VÍF dragnar onkrar løtur.

Danny Brandt - Kopi