AA: VÍF – H71 29-27

Menn: VÍF – H71 29-27

Dystir ímillum hesi bæði lið plaga at verða intensir og tættir, har Bogdan so plagar at avgera hvør skal fara avstað við stigunum á degnum. Havnamennirnir hava eftirhondini útmerkað seg sum ein hondbóltsleikaraverksmiðja, har ungir leikarar verða settir við ár eftir ár, grundað á at etableraðir leikarar fara uttanlands í lestrarørindum. Og eins væl og dómarar og bóltur er partur av spælinum, er Halgir at síggja tætt upp at hvítu strikuni, og hann eigur at vera har – eins og Petur.

Vestmenningar tykjast trúgva uppá orðini hjá Finnur Koba og halda seg verða grótharðar. Í gjár stóð hettar sína roynd, tá Filip ikki var harður nokk, men fekk hald í ryggin á veg úr bilinum, og inn í høllina, og tí mátti fylgja dystinum frá síðulinjuni. So umframt tey 2 stigini, skuldi heimaliðið vísa sínar dygdir, eisini uttan Filip.

Áskoðararnir fingu eisini ein sera spennandi og tættan dyst at síggja. Heimaliðið kom uppá 5-2, gestirnir løgdu seg við 3 málum á rað á odda 7-6. Liðini fylgdust uppá 10-10, áðrenn heimaliði aftur legði seg á odda 13-10. Tá fari var til hálvleik, var støðan 15-14 til VÍF. Agnar var sera upplagdur og hevði gjørt ikki færri enn 7 mál, harav okkurt av teimum nærmast var slongt inn uttan kroppsliga javnvág. Hjá H71 gjørdi Bogdan 2 tey fyrstu, men hann var mansvardur allan fyrra hálveik, og fekk tí ikki langan snór. Gamla kliche’in um, at tað ikki lat seg gera at mansverja hann, varð gjørd til skammar, fyrst av Áka, og síðan av Sjúrður.

Risalamande og kaffi í pausuni gangaðist væl, eins og lutaseðlasølan eisini hilnaðist.

Seinni hálvleikur var eins og fyrri, sera tættur, har liðini fylgdust allan vegin, fyri tað mesta við heimaliðnum undan og havnamonnunum í hølunum. Og tá 18 min. vóru leiktir, løgdu havnamennirnir seg á odda 21-20. Men heimaliðið gavst ikki á hondum, og tók aftur leiðsluna og helt hana til dystarlok. Tó so, her var onki avgjørt fyrr enn við síðsta bríksl, tá máltalvan vísti 29-27 til heimaliðið.

Sæð við bláum eygum, var hugaligt at síggja Sjúrður neutralisera Bogdan við sínum væl timaðu tacklingum. Agnar helt høgt støði, og Sámal mátti sparast í verjupartinum í seinna hálvleiki, tí hann – smb. dómarunum – hevði verið heldur ólátaður, og fingi 2×2 min. í fyrra hálvleiki.  So hóast ongan Filip á vøllinum og ongan Sámal í verjupartinum í seinna hálvleiki, stóðu havnamennirnir ikki okkara monnum kurl.

Áskoðarnir høvdu fingið spenning fyri allar pengarnar, og heimaáskoðarnarnir tað teir komu eftir, nevniliga 2 stig. Men harumframt vístu leikarar og bonkur, at talan í størri og størri mun er um ein samanspældan  hóp, sum ikki neyðturviliga avhongur av einstøkum leikara, og tað er betryggjandi at vita. Yngru leikararnir taka størri og størri ábyrgd, og halda ferðini uppi á spælinum.

Hóskvøldið verður so nýggj uppgáva í Klaksvík. Og eins og hjá kvinnunum, er her tørvur á at 0-stilla máltalvuna, og minnast til, at onki, absolutt onki, kemur av sær  sjálvum. Línumennirnir úr Klaksvík eru als ikki at spæla við, tí so kann húkurin, brýndur á eysturlenskum stáli, skjótt gerast spískur.

.