Limagjald

Tú hevur hesar møguleikarnar


Kostnaður
:
U8 350 kr árliga
U10 og U12 600 kr árliga
U14 og uppeftir 900 kr árliga

Er tað tungt fíggjarliga í eina tíð, ber til at sleppa undan limagjaldi við at boða frá hjá Eyð Hansen, forkvinnu, ella umvegis heimasíðuna hjá Barnabata her. Tað er tagnarskylda í báðum førum. 

GEVIÐ GÆTUR: Limagjaldið verður framyvir kravt inn sjálvvirkandi hvørt ár.
Vinaliga boða felagnum frá skjótast til ber í samband broyting av: bústaði, telefonnr, teldupost-addressu
ella um tú ynskir einhvørja broyting í limaskapi tínum, t.d. um tú ikki vilt vera limur meira, ella kanska bara hvílandi limur.
VÍF tilskilar sær rætt til at hækka limagjaldið um hetta verður samtykt á aðalfundi.
VÍF tilskilar sær rætt til at flyta íðkandi í hægri deild, tá tey eru ov gomul til t.d. U8, U10 o.s.fr.