Night Cup 2026

Night Cup 2026

Virkin heystfrítíð – Vit hava karmarnar. Aftur í ár bjóðar VÍF hondbóltsáhugaðum at luttaka í ársins Night

Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

Byrjað verður hósmorgunin 15. oktober 2026 uml. klokkan 09:00 og endar fríggjakvøldið/náttina 16.

oktober. Sum vant verða kappingarnar fyri allar aldursbólkarnar avgreiddar so hvørt.

Vinnandi liðini í hvørjum aldursbólki fáa heiðursmerki og gávubræv.

Tilmelding:

✓ Tilmelding fer fram við at senda teldupost á vif@vif.fo í seinasta lagið mánadagin 12. oktober

2026. Minnist til at upplýsa talið av leikarum og venjarum.

GG! hvørt liðið skal hava min. ein vaksnan (18+ ár) ábyrgdarpersón á bonkinum. Eru spurningar

kann ringjast til Bjørg Patursson tlf.219099 ella Eyð Hansen tlf.216004.

✓ Kostnaður fyri hvønn luttakara er kr. 250,-. Við í prísinum er Night Cup t-shirt, toast, frugt og vatn

meðan kappingin er.

✓ Luttøkugjaldið skal flytast fyri hvørt liðið samlað á kontonr. 6460-154.208.9. Ella gjaldast av

venjara Í høllini, áðrenn kappingin byrjar. Gjaldast kann við gjaldskorti.

✓ Leikarar og venjarar mugu sjálvi skipa fyri flutningi til og frá Vestmanna.

Minnist til at eggja leikarum tykkara at luttaka í Night Cup – tílík tiltøk skapa vinarbond tvørturum feløg,

og ikki minst skapa tey samanhald millum spælarar á liðnum, sum er ein fyritreyt fyri góðum

hondbóltsspæli og úrslitum.

Við ítróttarkvøð