Intersport Night Cup 2025
Virkin heystfrítíð – Vit hava karmarnar. VÍF bjóðar aftur í ár hondbóltsáhugaðum at luttaka í ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.
Byrjað verður hósmorgunin 16. oktober uml. klokkan 09:00 og endar fríggjakvøldið/náttina 17. oktober. Sum vant, so verða kappingarnar fyri allar aldursbólkarnar avgreiddar so hvørt.
Vinnandiliðini í hvørjum aldursbólki fáa steyp og heiðursmerki.
Tilmelding:
– Tilmelding fer fram við at senda teldupost á vif@vif.fo í seinasta lagið mánadagin 13. oktober kl. 12:00.
Minnist til at upplýsa talið av leikarum og venjarum.
GG! hvørt liðið skal hava min. ein vaksnan (18+ ár) ábyrgdarpersón á bonkinum.
Eru spurningar kann ringjast til Bjørg Patursson tlf.219099 ella Eyð Hansen tlf.216004.
– Kostnaður fyri hvønn luttakara er kr. 250,-. Við í prísinum er Night Cup t-shirt, toast, frugt og vatn meðan kappingin er.
– Luttøkugjaldið skal flytast fyri hvørt liðið samlað á kontonr. 6460-154.208.9. Ella gjaldast av venjara í høllini, áðrenn kappingin byrjar.
Gjaldast kann við gjaldskorti.
– Leikarar og venjarar mugu sjálvi skipa fyri flutningi til og frá Vestmanna.
Minnist til at eggja leikarum tykkara at luttaka í Intersport Night Cup – tílík tiltøk skapa vinarbond tvørturum feløg, og ikki minst skapa tey samanhald millum spælarar á liðnum, sum er ein fyritreyt fyri góðum hondbóltsspæli og úrslitum.
Við ítróttarkvøðu


