Lív í høllini um vikuskiftið

Nógvur hondbóltur er á skránni í Vestmanna næstu dagarnar.

Árliga Night Cup kappingin fer av bakkastokki í morgin, hósdag, og heldur á til fríggjadagin, tá ið mansliðið hjá VÍF skal spæla European Cup dyst ímóti West Wien.

Ikki nokk við barnakapping og evropeiskum dystum, so spæla kvinnurnar hjá VÍF eisini seinnapartin leygardagin, og leygarkvøldið er seinni dysturin millum mansliðini hjá VÍF og West Wien.

Liðskiparin gleðir seg
– Eg vænti at vit fáa tveir spennandi dystir ímóti einum fínum eysturríkskum liði, og vónandi megna vit at fáa spælt dystin soleiðis, at hann verður spældur upp á okkara styrki. Hetta verður ein torfør uppgáva, men vit fara at gera okkara ítarsta fyri at vinna, sigur Andrias Eriksen.

Fyrri dysturin er fríggjakvøldið klokkan 20.00 og seinni dysturin er leygarkvøldið klokkan 19.00.

Vónandi verða nógvir áskoðarar at síggja í høllini. Vit gleða okkum.

Koyr á VÍF! 💛💙