Month: October 2017

Jólaborðhaldið hjá VÍF verður 18.novembur

Nú stundar til, at jólaborðhaldið hjá Vestmanna Ítróttarfelag verður. Skráin verður sum undanfarin ár, har vælkomstdrykkur, 3 rættað matskrá, borðsnapsur, borðstjórið verður Rasmus Magnussen, skemt við Jákupi Weyhe, dansur við Signari í Homrum, vælumtókta plattabarrin og okkur yvirraskilsi er eisini pláss fyri. Tað er avmarkað nøgd, so tað ræður um at verða skjótur úti fyri …

Jólaborðhaldið hjá VÍF verður 18.novembur Read More »

So gongur leiðin til havnar

  Sunnudagin gongur leiðin til Havnar, har bæði liðini skulu royna seg móti Neistanum. Kvinnurnar spæla klokkan 17.00 og menninir klokkan 18.30. Maður og kona av húsi at rópa á okkara fólk. Tað verða tveir harðir dystir, so leikararnir hava brúk fyri at hoyra vestmannaróp í Havnar høll.