So gongur leiðin til havnar

 

Sunnudagin gongur leiðin til Havnar, har bæði liðini skulu royna seg móti Neistanum. Kvinnurnar spæla klokkan 17.00 og menninir klokkan 18.30. Maður og kona av húsi at rópa á okkara fólk. Tað verða tveir harðir dystir, so leikararnir hava brúk fyri at hoyra vestmannaróp í Havnar høll.