Kvinnurnar ósigraðar – menninir sveiggja enn

 

Kvinnurnar hjá VÍF eru enn ósigraðar. Øll liðini hava spælt fimm dystir uttan Neistin, ið hevur spælt seks, og VÍF liggur á odda í kappingini saman við VB. Bæði liðini hava 9 stig við fýra sigrum og einum javnleiki hvør. Tað tykist, sum spælið hjá VÍF gerst betri og betri fyri hvønn dyst. Kanska var dysturin móti Neistanum eitt undantak. Okkara skutu ikki nóg væl, serliga í fyrra hálvleiki og fyrst í seinna hálvleiki. Dysturin móti Neistanum endaði við javnleiki, og tað vísti seg, at báðir partar vóru nøkulunda nøgdir við úrslitið.

Dysturin móti Neistanum hevur verið tann javnasti higartil og kann takast sum ein ávaring undan dystinum, sum VÍF-kvinnurnar skulu leika móti sterka liðinum hjá VB leygaragin kl. 16.30. Rættligur hondbóltsfepur er í Vági, fólk í allari Suðuroynni stuðla vágskvinnum. Hvussu nógvir suðringar koma norður um fjørð leygardagin at heppa á VB, vita vit ikki. Men vit kunnu ikki siga annað, enn tað, sum vit søgdu undan dystinum móti Kyndli, at vit vilja vísa, hvør ræður, tá vit hava heimadyst. So reki so nógv í høllina at rópa á okkara kvinnur, sum til ber seinnapartin leygardagin.

 

Menninir hjá VÍF hava spælt fimm dystir higartil. Teir hava tapt tríggjar og vunnið tveir. Lat fara, at vit taptu móti H71 í fyrsta dystinum, men dystin móti Kyndli áttu vit helst at vunnið. Vit høvdu eisini gott tak á Neistanum stóran part av dystinum, og venjarin helt eftir dystin, at VÍF má skjóta fleiri mál. Jú, gamaní, men verjan kann vónandi eisini gerast nakað betri. Mladen er heilt ótrúligur, men hann má hava eitt sindur betri stuðul.

Leygardagin kl. 18.00 stendur tann stóra avbjóðingin í ár fyri framman, tá Team Klaksvík kemur til Vestmannar á vitjan. Klaksvíkingar taptu fyri H71, men hava vunnið allar hinar fýra dystirnar. Sigrarnir hava verið teprir, eitt og tvey mál, men sermerkt fyri Team Klaksvík í ár er, at teir eisini vinna dystir, har mótstøðuliðini hava verið á odda til 5 minuttir hava verið eftir.

Hetta verður helst ein harður dystur, sum VÍF má leggja alla orku í at vinna. Og tað verður við fullum stimi heilt frá byrjan, eisini frá okkara síðu. Klaksvíkingar hava fingið sær fjepparafelag, og tí kunnu vit rokna við, at allir hondbóltsglaðir klaksvíkingar, sum ikki eru til fiskiskap ella fletta, koyra gjøgnum teir fýra tunlarnar fyri at koma til Vestmannar. Tí mugu VÍF-viðhaldsfólk ikki bara í Vestmanna, men eisini aðrastaðir frá leita sær í høllina í Vestmanna. Vit mugu geva okkara monnum styrki at verja og megi at skjóta málini. Góðar dystir, øll somul.