Jólaborðhaldið hjá VÍF verður 18.novembur

Nú stundar til, at jólaborðhaldið hjá Vestmanna Ítróttarfelag verður. Skráin verður sum undanfarin ár, har vælkomstdrykkur, 3 rættað matskrá, borðsnapsur, borðstjórið verður Rasmus Magnussen, skemt við Jákupi Weyhe, dansur við Signari í Homrum, vælumtókta plattabarrin og okkur yvirraskilsi er eisini pláss fyri. Tað er avmarkað nøgd, so tað ræður um at verða skjótur úti fyri at ogna sær eitt atgongumerki.

Forsølan er byrjað. Atgongumerki á 550 kr. kunnu keypast hjá Palla og á Magn.
Størri bólkar kunnu keypa atgongumerki við at venda sær til VÍF á tlf. 261449.