Hey allir VÍF’arar
So byrjaði aftur eitt kappingarár til gleði fyri allar hondbóltsfjepparar.
Fyri at fáa alt at bera til, er neyðugt við nógvum og góðum hjálpandi hondum.
Ein av uppgávunum, sum vit mugu hava nógv fólk til, er døming av heimadystunum hjá ungdómsliðum okkara.
Vit vilja sera fegin, at vit altíð hava góðar dómarar at døma hjá okkara barna- og ungdómsliðum, og at vit, innan alt ov leingi, kunnu hava eitt ella fleiri A-dómarapør.
Sum fyrsta stig, kemur HSF at hava eitt dómaraskeið fyri øll áhugaði í ítróttarhøllini fyrst í novembur mánaði. Hetta er eitt skeið, sum øll kunnu fáa nakað burturúr – bæði roynd og óroynd. Greitt verður frá reglunum og møguleiki verður fyri at seta spurningar.
Annars verður mannagongdin fyri ásetan av dómarum hendan:
Tá allar landskappingarnar eru lagdar, seinast í oktobur, setir nevndin dómarar á allar heimadystirnar fyri restina av kappingarárinum. Vit royna at deila uppgávurnar soleiðis, at øll døma nøkulunda líka nógvar dystir. Við hesum vita tit, í góðari tíð, nær tykkara tørn er, og hava tí eisini góðan møguleika at finna avloysara, um ikki liggur fyri til ásettu tíðina. Onkrar steypakappingar verða lagdar inn so hvørt, og tá verður skotbráið styttri at kunngerða dómaraásetingarnar.
Dagført yvirlit verður tøkt á heimasíðuni og hvønn mánadag verður yvirlit yvir komandi vikuna hongt upp í høllini. Áminningar verða síðan sendar umvegis Messenger uml. 2 dagar áðrenn dyst.
Sum eitt slag av “gularót” hava vit í ár valt at gera tað soleiðis, at hvør dømdur dystur í ungdómsdeildunum gevur lutaseðlar til ein SERA góðan vinning. Drigið verður tá kappingarárið er liðugt. Tess fleiri dystir tú dømir – tess betri er møguleikin fyri at tú fert avstað við vinninginumJ
Tað skal sjálvandi verða munur á einum dysti á 20 min. og einum dysti á 60 min., so tað verður soleiðis, at ein fær ein lutaseðil fyri hvørjar 10 min. ein dømir – t.d. gevur ein dystur hjá U14 á 40 min. 4 lutaseðlar.
Við hesum leisti vóna vit at okkara barna- og ungdómslið framhaldandi kunnu hava gleði av, at hava góðar dómarar, sum tey síggja upp til, til heimadystir okkara.
Vinarliga
NEVNDIN