VÍF-VB 26-24
Spádómurin frá leikársbyrjan um at kvinnurnar fóru at standa seg væl í ár tykist at halda – fyribils í øllum førum. Nú fyrsta leikumfar er farið afturum, er úrtøkan fimm sigrar og ein javnleikur. Tað gevur VÍF oddasessin við 11 stigum. VB og Kyndil eru á øðrum plássið við 9 stigum hvør.
Fyrsti dysturin móti H71 var eitt sindur trilvandi. Onkur helt, at tað skuldi ikki verið neyðugt hjá so vandum kvinnum at vart besta leikaran hjá H71 so nógv, sum VÍF gjørdi. Men at hava eyguni eftir ávísum góðum leikarum er ein partur av spælinum, og ilt er í slíkum føri at taka dagar ímillum aldur hjá leikarunum. Eingin venjari við virðing fyri sær sjálvum hevur nakrantíð lagt boð inn hjá einum mótstøðuliði um at taka fyrivarni fyri onkrum av ungu leikarunum. Á vøllinum eru øll javnsett.
Meira flog var yvir komandi dystunum. Móti Stjørnuni og StÍF var mótstøðan ikki so sterk, sum væntað, men so stóð Kyndil fyri tørni. VÍF tók havnarkvinnur á bóli og vann trivaligan 26-21 sigur. Dysturin móti Neistanum var javnari, okkara skot vóru ógvuliga vánalig og okkurt annað slag av andróðri tyktist eisini at ávirka dystargongdina. Tað gjørdist til ein javnleik, 22-22.
So var leygardagshondbóltur á skránni og hesa ferð galt tað oddaliðið VB, sum eins og VÍF hevði vunnið allar sínar dystir uttan tann móti Kyndli, ið endaði javnur. Dysturin vigaði leingi og vágbingarnir, sum høvdu leitað sær norður, koyrdu á sínar leikarar. Landsstýrismaðurin Hendrik Old var sum vant ein av áskoðarunum, og hann undraðist á, at so fáir vestmenningar vóru møttir til dystarbyrjan. Tað batnaði sum dysturin leið, og sigast skal, at henda dagin vóru nærum øll tey ungu VÍF-liðini aðrastaðni og leiktu – og ikki so fá foreldur fylgja sínum børnum slíkar dagar.
Í seinna hálvleiki byrjaðu vestmannakvinnurnar at fáa tak á vágskvinnum. Viljin at vinna lýsti langan veg, og tíðum var spælið so leikandi lætt og kvikt, at tað var ein fragd at síggja. Málverjuavrikið var stundum í heimsflokki. Allar forðingarnar frá í fjør og fyrraárinum eru burtur og leikararnir tykjast at gerast sterkari fyri hvønn dyst, sum gongur.
Og styrki hava kvinnurnar brúk fyri í hesi vikuni. Hóskvøldið byrjar annað umfar, og H71-kvinnurnar koma á gátt i høllini í Vestmanna kl. 18.30. Vit ynskja teimum góðan dyst.
Fyri VÍF skeyt Liljan 11 mál, Agnas Olsen 4 mál, Kathe Frederiksen 4 mál, Heidi Maria Akselsen 4 mál, Marianna K. Jacobsen 3 mál og Durita C. Jojic 2 mál.