TÝÐANDI SIGUR Á TEAM KLAKSVÍK

VÍF-TEAM Klaksvík 32-29

Tað gevur gingið eitt sindur upp og niður hjá mansliðinum. Tap og sigur í øðrumhvørjum dysti. VÍF liggur í miðjuni á stigatalvuni við 6 stigum fyri 6 dystir. Frammanfyri eru H71, TEAM Klaksvík og Neistin og aftanfyri eru StÍF, Kyndil og KÍF.

Við eitt sindur øðrvísi leikgongd kundi úrslitið verið nakað betri. VÍF burdi kanska havt vunnið móti Kyndli og eitt sindur klókari spæl móti endanum í dystinum móti Neistan hevði møguliga eisini givið eitt ella tvey stig. Kanska undirmettu VÍF-leikararnir Kyndil, sum til tá hevði tapt allar dystirnar. Móti Neistanum høvdu leikararnir hug at gera í so skjótt av, og eydnast tað ikki við tí kvika spælinum, kann tað skjótt ganga galið í hinum endanum.

Mansliðið hjá VÍF er kent fyri sítt kvika spæl og tað hevur leingi verið eitt vørumerkið hjá felagnum. Men onkur tók til, at tú skalt ikki skunda tær ov nógv, fyrr enn tú hevur lært at skunda tær. Stundum riggar tað 100 prosent, men tað skal so evarska lítið til, at konsentrasjónin svíkir og áðrenn tú veitst av, er bólturin í hinum endanum.

Verjan kann eisini gerast betur, men tá vita vit, at minni orka verður í álopinum. VÍF hevur skotið flest mál í kappingini higartil, men hevur samstundis latið flest mál inn, hóast liðið hevur ein av bestu málverjunum í landinum.

Næstseinasta leygardag varð síðsti dysturin leiktur í fyrsta umfarinum. Dysturin var í Vestmanna móti klaksvíkingum, og lukkutíð fyri vestmenningar, vóru ikki so nógvir klaksvíkingar í høllini, helst tí KÍ leikti sín seinasta dyst nærum samstundis.

TEAM Klaksvík hevði vunnið allar sínar dystir uttan tann móti H71. Vestmenningar vistu tí, at dysturin hevði alstóran sálarliga týdning. Vestmenningar byrjaðu sum eitt óløgi við sera framsóknum verjuspæli og løgdu seg á odda 5-1. Nakað rótut, men samstundis frísktligt og ein staðfesting av, at tað ber til at koma á odda móti sterka klaksvíksliðinum.

Viljin hjá TEAM Klaksvík at vinna er øgiligur, men liðið viknaði nakað, tá ein av sterku og frægu monnunum fekk reytt kort. Hinir klaksvíkingarnir stríddust væl og vóru javnir ella framman fyri VÍF ein part av fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki stríddust VÍF-leikararnir sera væl og henda dagin riggaði kvika spælið fyri tað mesta sum tað skuldi.

Klaksvíkingar hava sterkar menn á liðinum, men henda dagin brúktu oddamenninir nógva orku og helst var hetta ein partur av forkláringini til, at VÍF vann dystin. Ein onnur týðandi orsøk var sum ikki einaferð sera góða málmansspælið hjá Mladen.

Eg og mong onnur fegnaðust leygardagin um, at Agga byrjaði inni. Hann er ein av teimum ungu, sum stendur og bíðar eftir avbjóðingini. Skuldu kanska fleiri fingið møguleikan henda dystin? Tað er ilt at siga og tað er nokk ikki lætt at vera venjarar í slíkum dystum, ikki minst tá tað var so sálarliga týdningarmikið at vinna júst henda dystin.

Nakrir av teimum ungu hava prógvað, at teir hoyra heima á vøllinum, aðrir fara at gera tað og sjálvsálitið fer at vaksa, tess fleiri møguleikar teir fáa. Hóskvøldið klokkan 20.00 hevur VÍF møguleikan aftur at vísa, hvør ræður í Vestmanna. Tá kemur H71 á vitjan og brúk er fyri nógvum viðhaldsfólkum.

Málini hjá VÍF skutu Filip Jojic 11 mál, Julian Olsen 7 mál, Sjúrður Olsen 5 mál, Bjarti Hansen 4 mál, Andrias Eriksen 3 mál, Jákup Andrias Joensen 1 mál og Agga í Garðastovu 1 mál.