VÍF-H71 HÓSKVØLDIÐ

Tað verða nógvir góðir leikarar og góðir venjarar í høllini í Vestmanna í kvøld, hóskvøldið 2. november, tá hoyvíkingar koma á vitjan. Kvinnurnar spæla klokkan 18.30 og menninir klokkan 20.00. Lat okkum geva teimum fullan stuðul, tey hava tað uppiborið. Tey stríðast fyri okkum og venja fleiri ferðir um vikuna – bæði fyri sína egnu æru, men so sanniliga eisini fyri at gera okkum áskoðarar glaðar.

Vit siga, sum vit plaga: Stríðast liðini alt tað tey orka, plagar tað at geva úrslit. Og eru vit har og geva teimum okkara stuðul, ikki minst á heimavølli, plagar tað sum oftast at geva sigrar. Kvinnurnar hjá okkum eru ósigraðar, men H71-kvinnurnar hava so sanniliga víst, at tær kunnu bíta frá sær, og tí mugu okkara hava neyðugan stuðul frá vestmenningum, antin teir búgva í Vestmanna ella aðrastaðni.

Menninir hjá VÍF tykjast at vera í einum góðum stima, og dystir, sum H71 hevur leikt móti øðrum liðum, hava víst, at hoyvíkingar saktans kunnu basast. Tú og eg mugu í høllina, so vit hoyrast fram um teir hoyvíksáskoðarar, ið ætla sær norður.

Í kvøld kl. 18.30! Góðan dyst, kvinnur og menn!