Kvinnurnar hjá VÍF vunnu tepurt seinna dystin móti Jomi Salerno í European Cup kappingini. Úrslitið gjørdist 27-26 til VÍF.
Stríðsviljin gjørdi munin
– Vit vinna heilt sikkurt uppá, at okkara vóru ídnari. Vit spæla alla tíðina upp til hinar og tá ið á stóð, so var tað viljin, sum var avgerandi, sigur Ingi Olsen, venjari.
Fríða N. Olsen var toppskjútti við ikki færri enn 13 málum.
Eitt framúr gott avrik av okkara kvinnum, sum tó ikki spæla seg víðari í European Cup, tí í fyrra dystinum vann Jomi Salerno 27-21 og vinnur harvið samanlagt.
Í morgin gongur leiðin heim aftur til Vestmanna.