AA: VÍF – KÍF. 26-31
Ymiskir eru stórdystirnir innan ítróttarheimin, og ymiskt er, hvussu hesir fjepparahópar fara hvør við øðrum. Stórt ferðalið er um dagarnar afturkomið av ferð í Manchester, har stórdystur var móti Arsenal. Frætti at ein av hesum MU-fjepparum argandi hevði boðið einum svornum Liverpool fjeppara eitt bomm sum symboliseraði MU merkið. Ólukkutíð tók LFC fjepparin av við tí grundgeving, at tað skuldi verða ein fragd at lata hettar merkið koma út aftur í øðrum parti av kroppinum… . Havi hug at siga, at hesin orðadráttur endaði við javnleiki 1-1.
Men tíbetur hava vit ikki heilt hesar mótsetningar, tá talan er um viðurskiftini ímillum hondbóltsrisarnar í Norðstreymi. Tó so, her stendur nógv uppá spæl, og meira til.
Sæð varð við spenningi fram til hendan dystin, væl av fólki var og hugdi, og vórðu tey vitni til ein javnan fyrra hálvleik, sum varð leiktur við høgari ferð.liðini skiftust um at hava eina 1 máls leiðslu fyrstu 19 minuttirnar, men so fekk KÍF eina 2 máls leiðslu, og hevði møguleikar til at økja til 3 mál, men endin varð tó, at VÍF fekk hála inn aftur til hálvleiksstøðuna 15-16. Her er kanska vert at nevna, at ungi og evnaríki Julian Olsen hjá heimaliðnum hevði eina 100% skoru við 6 málum fyri heimaliðið.
Dysturin var sostatt púra opin áðrenn farið var undir seinastu 30 min. Spennandi varð tí at síggja, hvat liðini høvdu brúkt steðgin til. Vit áskoðarar gjørdu tað vit plaga at gera, veska út, veska inn, nikotin og metingar um fari og komandi av dystinum.
Seinni hálvleikur gjørdist tó skjótt eim makt demonstratión hjá kollfiðringum. Steðgurin hevði gagna væl, viljin var hin sami, kanska enn størri enn í fyrra hálvleiki. Teir fingu 4 tey fyrstu málini, áðrenn vestmenningar í 9 min. fingu sítt fyrsta mál. KÍF helt fast, økti til bæði 6 og 7 máls leiðlu, meðan heimaliðið tóktist meira og meira ráðaleyst. Spælið gjørdist meira og meira individuelt, varð kroyst inn yvir miðjuna,og við miseyðnaðum avleveringum inn á strikuna, meðan onki sást til vongspælið sum hevði hepnast so væl í fyrra hálvleiki. Kollfiðringar høvdu gjørt sítt heimaarbeiði til lítar, og mestsum runnu heimaliði um koll allan seinna hálvleik, og vórðu teir meira neyvir, gjørdist málmunurin væl størri enn tey 5 málini. Groft sagt, tóktist sum at heimaliðið í hálvleikinum hevði sett á stovn eitt gongufelag. Teir fingu ongantíð fer á spælið, í mun til tað vit sòðu í fyrra hálvleiki. Verjan hevði sítt at stríðast við móti støðugt ágangandi kollfiðringunum.
Endaliga úrsliti gjørdist ein greiður 31-26 sigur til KÍF. Toppskjúttar í dystinum gjørdust ávikavist Sámal Joensen og Niklas Selvig við 9 málum hvør.
Hjá okkara monnum ræður um at gera neyðugu evalueringarnar, og so tørna til móti STÍF í Vestmanna tann 27. November.