Kvinnurnar høvdu lagt standardin, og mennirnir fylgdu tropp. Teir,
eins og kvinnurnar, kundu taka mikukvøldið móti STÍF við sum ein
sokallaður “moralboostari”, soleiðis at tapið ímóti KÍF var lagt í
brenniovnin.
Eins og hjá kvinnunum, løgdu okkara væl út, og var tað ikki fyri ein
sera vælleikandi málmann hjá Neistanum, høvdu teir fingið oyruni í
maskinuna longu í fyrra hálvleiki, sum tó endaði 19-12 til VÍF. Her
er kanska vert at leggja til merkis, at blaðungi lámurin Áki Egilsnes
hevði gjørt 6 av málunum.
Skuldu vit brúkt somu formlar sum hagfrøðingar brúka um gongdina í
fólkatalinum, skuldi dysturin endað við eini 14-18 máls muni, men
tíbetur er ikki altíð, at prognosurnar halda.
Málmaðurin hjá Neistanum hevur helst fingið góðan bitan áðrenn dystin,
tí hansara stórspæl helt fram í seinna hálvleiki, har kanska
serstakliga tvídysturin ímillum Holgar og Mikkjal var áhugaverdur at
fylgja. Tí meðan Holgar nærum gjørdi gjøldur burtur úr Neistaverjuni,
so var tað Mikkjal, sum gav Holgar høvubrýggj í avslutningunum. Gott
at síggja Holgar aftur á liðnum.
Men Neistin gavst ikki á hondum, og fekk hálað seg niður á 3-máls mun,
men tað bleiv við “lige ved og næsten”. VÍF kundi enn einaferð bóka
sær 2 stig á kontoina, og harvið halda tørn á 2. plássið. Dysturin í
dag vísti, at liðið hjá Vestmenningum er annað enn Filip. Hann var
mansvardur stóran part av dystinum, men so tók m.a Áki Egilsnes yvir,
og vísti “hvar Dávur keypti ølið” við sínum 11 málum.
Komandi sunnudag kemur liðið úr ovaru Havnini á vitjan, og har fæst so
ein hóming av, hvussu kappingin um 2. plássið fer at hátta seg.
PS: Um dagarnar hevur føroyska stavraðið verið á breddanum, og sum
ikki einaferð, so klandrast vit føroyingar eisini um tað (eins og alt
annað). Til dato hevur verið sagt, at PS stendur sum stytting fyri
Post Scriptum. Men nú sigts, við íblástri frá Virgarianska málinum er
PS nú ein stytting fyri PíSkoyti…; so vita vit tað.