Tíðindaskriv:
Leygardagin 19. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna.
Fyri 10 árum síðan varð á fyrsta sinni skipað fyri Bátastevnu í Vestmanna. Tað var í mai mánað 2002. Í ár verður stevnan hildin leygardagin 19. mai.
Kr. himmalferðadagur er hósdagin 17. mai. Bátar og húsvognar kunnu tí koma á plássini longu mikudagin 16. mai. Langteinakappróður, ið fyrstu fer varð royndur í fjør, verður Kr. himmalferðardag. Kunning um bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum, verður lagt út á heimasíðuni www.vif.fo
Skipað verður fyri nógvum tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði børnum og vaksnum.
Sum vanligt verður suppa v.m. at fáa leygardagin, aftaná á siglingina av Fútakletti inn á Vestmanna. Seinni sama dag verður ymist at fáa til matna í tjaldinum á keiøkinum. Barnatiltak við mini-tivoli, fiskibrunni, tombola, andlitsmáling, bóltkasti o.ø. verður kl.16 leygardagin. Leygarkvøldið verður stóri Bátastevnudansurin í ítróttarhøllini.
Vestmanna Ítróttarfelag bjóðar øllum áhugaðum vælkomnum á Bátastevnu leygardagin 19. mai 2012..
VÍF – Kappróðrarneystið