Kristoffur og Jóhannes Bjørgvin hava leitað sær á slóðina hjá pápanum, Haraldi, og fara komandi kappingarár at spæla við besta mansliðnum hjá VÍF.
– Vit hava brúkt nógvar tímar í høllini í Vestmanna sum børn. Vit vóru oftani við babba til venjing. Eisini fleiri av hinum leikarunum vóru við pápa sínum, so vit kenna flestu leikarar væl og umstøðurnar her, sigur eldri beiggin, Jóhannes.
Brøðurnir eru annars vaksnir upp í hvør sínum havnarfelagi, Neistanum og Kyndli, men nú, tá ið møguleikin beyðst at spæla í gulum, tóku teir av.
– VÍF hevur eitt sera gott manslið í ár og samstundis við, at vit eru eitt sindur gulir og bláir frammanundan, sóu við tað sum ein gyltan møguleika og tóku av. Vit gleða okkum sera nógv til kappingarárið og fara at gera okkara ítarsta fyri at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, siga brøðurnir.
VÍF ynskir Kristoffuri og Jóhannesi Bjørgvin vælkomnum til felagið.