Okkara kvinnur hava seinastu dystirnar verið inni í einum góðum stima. Mikukvøldið fekk STÍF smakkin at føla, hóast tær ikki lótu seg renna um koll uttan svørðslag.
Ídag skuldi so Neistin standa sína roynd, og ikki kann sigast annað enn, at tær máttu so nakkalangar inn um býðarportrið í Kollafjarðardali. Tað barst mær frá at síggja dystin, nú landið hevði latið seg í advents skreyt, og jólatónleikur ljómaði víða hvar.
Men dómaraseðilin lýgur ikki, og har sæst, at okkara rættiliga tíðliga fingu sær eina 3-4 máls leiðslu, og hon øktist bert sum 2. hálvleikur gekk. Vert er at leggja til merkis, at Agnas aftur í dag var eyðsýnd, og tad er kanska júst munurin á liðnum í ár í mun til undanfarin ár. Breiddin er væl størri, og stórt sæð hóttir liðið yvir alla breiddina. Er fokus á skjúttarnar, taka vengur og strika yvir. Hugaligt, sæð við “dólsku” Vestmanna eygunum. Men tak ikki feil – her er ikki talan um nakrar dólgar … .
Komandi sunnudag leika okkara kvinnur umdyst ímóti VB. Spurningurin er so, um tað er longdin á dómaraseðlinum, harpiksið ella kanska leikaratilfeingið á vøllinum sum kemur at avgera dystin, livst, so spyrst. Tað er at vóna, at evnini at halda fokus, ikki verða hótt óneyðuga.
Í vikuni frættist, at Kári Horn tekur ein steðg, sum venjari hjá Neistakvinnunum vegna sjúku. Okkara kvinnur handaðu honum eitt blómutyssi eftir dystin, við ynski um skjótan og góðan betring. Somu ynskir fara vit hervið at bera honum, við vón um skjótt at síggja hann aktivan aftur á síðulinjuni.