Kvinnur: VÍF – VB 33-22
Týskarar eru kendir fyri sín “ordnung must sein”. Hettar hugtak manglaði eftir øllum at døma í fyrra dystinum millum hesi bæði feløg, og tí var dømt, og harvið floyta til umdyst í høllini í Vestmanna í gjár. Smyril tykist svikaligur fyri tíðina; lotar úr hanakjafti, er vandi fyri avlýsing. Hettar ávirkar tó ikki hugin hjá Vágbingum at leggja á Suðuroyarfjørð, í enn eini roynd at fáa stig ella fleiri við sær norðan eftir.
Men tað tyktist sum at tað ikki bert er Smyril sum hevur trupuleikar við framdrift í vikuskiftinum. Heimakvinnurnar tóktust ógvuliga tendraðar, og kanska eitt sindur argar yvir at skula leika hendan umdyst. Tó so, gestirnir løgdu seg á odda 1-2, komu síðan afturút, men fingu seinni minkað munin úr 8-4 til 9-8 tá 18 min. vóru leiktir. Men so steðgaði upp hjá gestunum, sum máttu fara til hálvleik afturút 14-10. Vert er at leggja til merkis, at av teimum 14 málunum hjá heimaliðnum, hevði Liljan skoti tey 8 málini, hettar hóast mansvard part av fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur var ein stórur VÍF dominansur. Kontant verjuspæl, kontrarenningar annars hóttanir á øllum frontum. Gestirnir fingu snøkt sagt ongantíð fótin fyri seg, og vóru í størri mun statisar heldur enn nakað annað. Hettar tóktist órógva tær so mikið, at Kuodyte í tveimum umførum fekk propp av Liljuni, og tá reyða kortið ikki kom fyrru fer, ja so hví ikki royna einafer afturat – tó hesafer takserað til beinleiðis reytt kort. Sostatt situr hon uttanfyri til dystin komandi fríggjakvøld í Vági.
Eftir hvat skilst, er longdin á dómaraseðlinum hesafer í lagið, og tí er hesin dystur loksins av, og harvið leiktur endaliga. Í kæruni til fyrra dystin varð m.a. ført fram, at útiliðið misti koncentratiónina av teimum umstøðum sum tá tóku seg upp. Eftir øllum at døma var hugsavningin ikki komin í rættlag til dystin í gjár.
Men longu fríggjakvøldið verður dystur aftur ímillum hesi bæðið liðini, hesafer í Vági. Tá er talan um heilt aðrar karmar hjá okkara kvinnum. VB hevur nakað at prógva, tí tær kunnu als ikki verða nøgdar við sítt avrik í Vestmanna yvir 120 minuttir. Tað er so upp til okkara kvinnur at seta eina striku í sandin, og vera 110 % til reiðar til útidystin. Dysturin byrjar við 0-0, og tað er liðið sum rakar dagin, sum tekur dagin.
Góðan túr.