Finalan: Vit eru fyrireikaðir og klárir, sigur venjarin

“Vit meta okkum at vera væl fyrireikaðar og tað vóna vit er lykilin hesa ferð.” Tað sigur VÍF-venjarin, Ingi Olsen, áðrenn fyrsta finaludystin mikukvøldið millum VÍF og H71.

Tað eru nógv ár síðani, VÍF var føroyameistari, men tað eru bara góðir tveir mánaðir síðani liðið var steypavinnari. VÍF gjørdist fremst í undankappingini við 37 stigum. Mótstøðuliðið H71 fekk 35 stig. Málmunurin hjá VÍF er 131 og hjá H71 er málmunurin 92. VÍF hevur skotið 689 mál og H71 hevur skotið 616. Í hinum endanum eru 558 mál farin inn hjá VÍF og 524 hjá H71. Taptu málini siga okkum kanska, at VÍF skal gera ein eyka innsats í verjuni. Men eingin dystur verður vunnin, um eingi mál fara inn í álopinum, og tí vóna vit, at skjúttarnir hava innstillað kanónina í høvdinum.

Ingi Olsen hevur givið leikarunum seinastu boðini undan dystunum. “Spælararnir hava fingið ávísar uppgávur til dystin, sum teir hvør í sínum lagi skulu royna at loysa. Vit meta okkum at vera klárar og væl fyrireikaðar og vóna, at tað verður forloysandi lykilin hesa ferð,” sigur Ingi Olsen.

IMG_1433

VÍF hevur vunnið allar dystirnar móti H71 í ár. Tað í sær sjálvum ger VÍF til ein lítlan favoritt. Men ein finala er ikki sum aðrir dystir og tað vita VÍF-leikararnir. Longu frá fyrsta bríksli í Hoyvíkshøllini kl. 20.15 mikukvøldið er neyðugt at leggja fulla orku í bæði verju og álop. Tað verður umráðandi at lesa málmannin og at geva sær stundir at skjóta tey røttu støðini. Men vit vænta eisini skjótt og kvikt spæl av okkara monnum og at høvdini eru klár, so teknisku villurnar vera so fáar sum gjørligt.

Hevur tað nakran dyst í ár verið neyðugt at vísa, at VÍF hevur nakað at spæla fyri, so verður tað upp aftur meira neyðugt nú í finaludystinum. Sjálvsálitinum hjá VÍF-leikararnir skuldi ikki bilað nakað. Teir komu upp á fremsta plássið, tí teir hava verið bestir, eingin ivi er um tað. Men teir mugu ikki “hvíla” í hesi vissuni. Teir mugu leita tey bestu evnini fram í finaludystunum, bæði í verjuni og í álopinum. At tað verður hart og at tað óivað verður ein tættur dystur, vænta tey flestu.

Ingi Olsen vónar, at nógvir vestmenningar og nógv VÍF-viðhaldsfólk aðra staðnis frá koma at stuðla leikarunum. Tað gjørdi avgerandi mun í steypakappingini. Tá gjørdu vit áskoðarar og leikarar eina avtalu: Um leikararnir góðu seg 120 prosent, skuldu vit áskoðarar geva okkum 125 prosent. Ta avtaluna fara vit at endurtaka og tað verður stríðið vert!!!

Góðan dyst – bæði leikarar og áskoðarar.