Henrik Gerster settur sum hjálparvenjari


Henrik Gerster er í dag settur sum hjálpar venjari hjá Atlantic Airways liðinum hjá VÍF. Nevndin í VÍF hevur í samráð við Jan Ottosen leita eftir einum hjálparvenjara til venjaratoymið hjá VÍF. Henrik Gerster hevur játtað at koma í venjaratoymið og ynskja vit honum væl komnum til Vestmanna.
Henrik Gerster hevur drúgvar royndir sum spælari & venjari, vit í VÍF vóna at hetta fer at bera frukt fyri felagið.