Hondbóltsgalla í Vági

Nú hondbóltsgalla verður í Vági, ynskja vit í VÍF, mansliðinum enn eina ferð tillukku við føroyameistaraheitinum. Stoltleikin er komin aftur til bygdina. Tit vístu, at tað bar til. Tit leiktu flestu dystirnar sum einglar, har alt gekk sum eftir ánni, men bardust viðhvørt til fánýtis, tá viljin at vinna var ov veikur. Mangan gekk javnt á og viðhvørt fall hepni tá okkara veg, viðhvørt ikki.

Men samanlagt vunnu tit mest og best. Allir stríddust fyri allar og allir tordu at taka neyðugu ábyrgdina, tá á stóð. Tí helt eg tað vera eitt lítið sindur kiksað av onkrum fjølmiðli at geva karakter frá 0 til 6 fyri seinasta dyst. FM var ein ferð við 24 dystum ella 48 stigum, har allir fingu leiktíð og har allir gjørdu mun. Hondbólturin í ár hevur verið eitt gott umdømi fyri ítróttin. Eingin ítróttur í Føroyum er so spennandi og intensur, sum hondbóltur. Og lokalu kenslurnar gera munin. At vit kennast við menskurnar í bygdini. Vónandi spæla tit eisini í okkara felag komandi ár. Hondbóltur er kapping millum lið í bygdum/býum, har kenslurnar fyri tí lokala stendur í fremstu røð. – – – Hugni tykkum í Vági, dreingir !!!

IMG_1634

sí fleiri myndir á Facebook