Innleiðandi umførini á Partille Cup avgreidd

foto 
Nú innleiðandi umførini á Partille Cup eru liðug, kunnu vit fegnast um at bæði liðini hava vunnið onkran dyst.
Gentur 13 vunnu sín seinasta dyst við einum málið móti einum svenskum liði og vóru tær sera glaðar fyri sín fyrsta sigur. Gentur 14 vunnu eisini sín seinasta dyst móti einum svenskum liði, so tær vunnu 2 av 6 dystum og endaðu nr. 4 í sínum bólki.
Bæði liðini spæla aftur tíðliga fríggjadagin. Kappingin verður nú skipa soleiðis, at tað liði sum tapir er úti av kappingini, so tað verður spennandi um tær klára at fáa fleiri dystir.
Genturnar eru glaðar fyri at luttaka á Partille Cup, og siga tær seg hava upplivað nógv og fingið nýggjar vinir úr ymsum londum. Kappingin hevur ment genturnar og givið teimum eina góða hondbóltsuppliving, ið tær vónandi kunnu brúka til komandi kappingarár, siga venjararnir.
Øll lata heilsa úr Gøteborg.
Partille Cup 2013
Gentur 13/14