Jan Ottosen takkar fyri seg !

Jan Ottosen takkar fyri seg !
Sístu tíðuna hevur Jan Ottosen verði venjari fyri Elektron deilduna hjá okkum og fyri Australska landsliðið. Hesi arbeiðið hevur hann passa so gott sum hann kann og hevur tað ikki ávirka nakað av týdningi. Nú er so støðan broytt, við tað at kvalifikatiónina til VM 2015 Qatar er flutt fram til síðst í apríl mánað. Fyri at hann skal kunna røkja sítt starv í Australia eisini, so er neyðugt við av velja annað framum. Felagið skilir væl støðuna hjá Jan Ottosen og vit stuðla honum í hansara støðutakan. Jan Ottosen hevur verði ein góður maður fyri føroyskan hondbólt. Hann hevur sett síni positivu spor, fyrst í Kollafirðið og síðani hjá okkum í VÍF. Felagið takkar Jan Ottosen fyri tað hann hevur gjørt og hvør veit, kanska møta vit Australia í einum venjingardysti einaferð í framtíðuni.
Kvinnunar hjá felagnum eru nummar eitt og til felagið endaliga hevur avgjørt hvør skal standa við stýrissvølin, so kemur Henrik Gerster at taka sær av teimum.
VÍF