VÍF hevur sett nýtt venjara toymið til komandi kappingarár 2012/2013. Nýggji høvðusvenjarin verður Jan Ottosen úr danmark og kemur Ottosen at venja Atlanti Airways liðið og Sunset liðið.
Jan Ottosen er væl kendur um okkara leiðir, hann hevur staði á odda fyri KÍF tey seinastu árini og hevur hann fingið góð úrslit við kollfirðingum.
VÍF vil hervið takka Dia Midjord, Haraldi Bjørgvin og Inga Olsen fyri teirr arbeiði í felagnum og ynskir teimum góða eyndu framyvir og somuleiðis ynskja Jan Ottosen vælkomnan í felagið.
Nevndin fer at kalla inn til spælarafund í komandi viku, soleiðis at venjarar og spælara fáa heilsa uppá hvønn annan. Á fundinum kemur eisini at verða stungi út í korti hvussu leiðin verður framyvir.
VÍF