Limagjald fyri kappingarárið 2015/2016

So er tíðin komin har felagið fer at krevja inn limagjald fyri kommandi kappingarár. Vit halda á sum seinast, við at tit trýsta á leinkjuna til høgru og melda til har tit/tykkara barn leikar. Tað er ógvuliga umráðandi at tit fylla inn telefon nummar og teldupost adressu, tí venjarin skal brúka hetta í síni boðskipan framyvir.

Limagjaldið er tað sama sum seinasta kappingarár. og seinasta freist fyri gjaldið er 10.10.2014. Um limagjaldið ikki er goldið áðrenn seinastu freist sleppur viðkommandi ikki at nýta venjingartíðirnar felagið hevur í høllini.

Hava tit spurningar viðvíkjandi limagjaldinum, so sendi ein teldupost til: umsitari@vif.fo

VÍF