MENNINIR MÓTI KÍF Í KVØLD

Tað verður leygarkvøldsdystur, tá VÍF spælir móti KÍF í høllini í Vestmanna í kvøld klokkan 19.00. VÍF vann tann fyrsta dystin móti KÍF, sum varð leiktur í Vestmanna. KÍF vann næsta dystin, sum varð spældur í Kollafirði.

Hetta verður ein avbjóðing hjá VÍF. Vit eiga helst at vinna á KÍF í Vestmanna og tað hava vit bæði fólk og spæl til. Hinvegin er KÍF-liðið styrknað síðan kappingin byrjaði, og liðið gav móti ársenda fleiri liðum skarpan gang.

Okkara menn eiga tí at vera væl fyrireikaðir, ikki minst sálarliga. Vit kunnu fegnast um, at verjan saktans kann spæla upp móti fremstu liðunum, bara viljin er tilstaðar. Við undantak av fyrstu løtuni í seinasta dystinum móti H71, so sýndi VÍF í hesum dystinum besta verjuspælið í hesum árinum. Vóru skjúttarnir bara eitt sindur neyvari í byrjanini av dystinum, vunnu okkara menn dystin móti H71, og hetta eiga leikararnir at hava í huganum, nú teir í kvøld fara á vøllin í Vestmanna. Haldið fast við stríðsviljan í verjuni og veljið tær tryggastu loysnirnar í skotstøðunum.

Seinasta áheitanin er til áskoðararnar. Sitið ikki heima hesa løtuna í kvøld. Stuðulin frá okkum ger stóran mun, ikki minst eitt leygarkvøld.

Mynd: jn.fo