Hóskvøldið klokkan 19.30 skulu kvinnurnar hjá VÍF spæla í Havn móti Kyndli. Og longu sunnudagin klokkan 14.30 spæla kvinnurnar aftur móti Kyndli, somuleiðis í Havn. At talan er um tveir dystir á rað móti Kyndli kemst av, at annar dysturin er útsetti kavaroksdysturin í desember.
VÍF-kvinnurnar vunnu sunnudagin ein góðan 32-25 sigur móti Stjørnuni. Stjørnan byrjaði best, so var javnt eina løtu, og hóast VÍF legði seg á odda seinna partin í fyrra hálvleiki, tók tað drúgva tíð at fáa luft aftur til Stjørnuna. Nakað inn í seinna hálvleik settu vestmannakvinnur ferðina eitt sindur upp, tiptu betur fyri í verjuni og fingu eisini betur bóltin inn um annars góða málverjan hjá Stjørnuni.
Hetta var ikki besti dystur hjá VÍF í ár. Serliga fyrri hálvleikur var merktur av nógvum tekniskum feilum. Tað skjóta spælið vildi ikki rigga til fulnar og tað tóktist, sum vóru tær ikki klárar í kroppinum til tær avgerðir, tær tóku í høvdinum. Í fleiri slíkum førum endaði bólturin hjá Stjørnuni. Sum við so nógvum av hinum fyrstu dystunum eftir jóla- og nýggjárssteðgin bendi nógv á, at leikararnir ikki høvdu rist høgtíðina av sær.
Tað sá betri út móti endanum á dystinum. Orkan hjá vestmannakvinnum var størri enn orkan hjá klaksvíkskvinnum og so var eingin ivi longur um, hvør fekk sigurin.
Hóskvøldið verður annar dysturin. Nú er tað Kyndil tvær ferðir á rað, men lat okkum taka ein dyst í senn. Kvinnurnar mugu frá byrjan vera nógv árvaknari, enn tær vóru sunnudagin. Verjan má vera stinnari og tær mugu vera tryggari á bóltinum. Vit vita, hvat tær kunnu tá á stendur. Tær vita eisini sjálvar, hvat tær megna. Men talan verður um ein dyst millum tvey jøvn lið, sum bæði vilja tryggja sær pláss í finaluni. Tí verður tað ein stríðsdystur frá byrjan til enda.
Fyrsta og einasta dystin higartil í ár millum VÍF og Kyndil vann VÍF á heimavølli 26-21. Men dysturin hóskvøldið byrjar á 0-0, so kvinnur, takið allan stríðsandan við tykkum úr Vestmanna og setið tykkum fyri at vinna dystin. Til viðhaldsfólk okkara bæði í Vestmanna, Havn og aðrastaðni er boðskapurin tann sami, sum altíð: Komið í høllina á Hálsi kl. 18.30 og hjálpið kvinnunum í finaluna.
VÍF-Stjørnan 32-25.
Málskjúttar: Marianna H. Jacobsen 10, Liljan Djurhuus 7, Durita C. Jojic 6, Agnas Olsen 4, Tóra Seloy 2, Heidi Maria Akselsen 2 og Ingibjørg Olsen 1.