Badmintonkapping hevur verið fyri U-9 tann 9. Februar í ítróttarhøllini í Vestmanna. Tað var Badminton nevndin úr VÍF, sum saman við BSF fingu kappingina í lag, og er hetta fyrsta kapping av sínum slag, har kappingin bert var fyri yngstu leikararnar.
Tað vóru luttakarar úr øllum Badminton feløgum úr Føroyum. Sosiala kappingin varð skipað á tann hátt, at hvør luttakari leikti uml. 7 dystir, og stóðu VÍF leikararnir seg væl. Øll børnini fingu heiðursmerki. Kappingin fekk sera góða undirtøku, og vóru vit errin av at hava næstflest luttakar úr VÍF.
Vit lata myndirnar niðanfyri tala fyri seg.