Myndin omanfyri er úr Vestmanna miðskeiðis í 60 árunum. Fyrsti grúsvøllurin í Føroyum varð asfalteraður í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár. Hetta var í 1964. Eftir hetta blivu fleiri vallir asfalteraðir um landið. Fortreytirnar vóru ymiskar at spæla uttandura. Var liggjandi gott veður við sól, var vøllurin so turrur, at tú fekst dust í nasagluggarnar, og tú hevði torført at fóta tær í turra sandinum. Men í Føroyum regnar mangan av grimd, og tá var ikki hugaligt at spæla á váta vøllinum. Bólturin var vátur, og tí gjørdust málini fá. Vit spældu í løriftsskóm við knubbum, so vit kunnu fóta okkum á vøllinum. Á myndini síggja vit neistadreingir vaska sær skógvarnar í ánni við vøllin í Vestmanna eftir vátan dyst ímóti VÍF. Síðan gekk leiðin í skiftingarrúmið í skúlanum og so í fyrsta innandura svimjihylin í Føroyum. Hetta eru minniligar løtur hóast aðrar fortreytir, spælarar nú hava. (Tikið av heimasíðuni hjá Neistanum)