Norðuratlantisk Badmintonlega í Vestmanna

 

Seinastu trý árini hava badmintonsambondini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi samstarvað um at menna badmintonítróttina í útnorðri, og í hesum sambandi hava londini í samstarvi við Badminton Europe skiftst um at hildið eina badmintonlegu, fyri ungar  evnaríkir leikarar úr hesum trimum londunum. Higartil hava legurnar verið hildnar í Reykjavík í 2009, í Klaksvík í 2010, í Illulissat í 2011 og í ár er tað VÍF badminton saman við BSF, sum er vertur fyri leguni her í Vestmanna. Hvørt landið møtir við átta leikarum, umframt hjálparvenjarum. Tilsamans verða tað góð 30 fólk ið koma luttaka á leguni, sum byrjar mánadagin 9. juli, og sum heldur fram alla vikuna. Gestirnir, sum koma at búgva í nýggja missiónshúsinum, fara avstað aftur mánadagin tann 16. juli. Høvuðsvenjari á leguni verður ungi danin Philip Fagralid, sum Badminton Europe hevur útvigað okkum til høvið. Bert ein leikari verður úr VÍF hesaferð, og verður tað Bartal Poulsen. Sólfríð Hjørleifsdóttir var eisini sjálvskrivað til leguna, men av tí, at hon, sum FM vinnari hjá gentum U-17 seinasta kappingarár, er úttikin til eina aðra europeiska ungdómslegu í Slovenia um sama mundið, kann hon ikki vera við her í Vestmana. Leygardagin 14. juli verður kapping í høllini har allir luttakararnir á leguni umframt aðrir føroyskir leikarar, ið hava hug at tekna til, koma at at kappast í North Atlantic Open 2012 í aldursbólkunum U-13, U-15 og U-17. Ætlanin er eisini at finna “The North Atlantic Junior Champion 2012” hjá dreingum og gentum.

 

Umframt Badminton Europe og Badmintonsamband Føroya hava

Eik Banki og Vestmanna Kommuna stuðlað VÍF Badminton við tiltakinum.

Vit takka hjartaliga fyri stuðulin !