Leygardagin kl. 15:00 verður seinasti heimadystur, áðrenn finalurnar, tá besta kvinnulið okkara tekur ímóti Neistanum.
Beint eftir at kvinnudysturin er liðugur fara øll lið okkara at ganga skrúðgongu inn á vøllin, har tey verða heiðraði fyri eitt gott kappingarár.
Sum vanligt bjóðar felagið øllum smyrjibreyð og okkurt leskandi eftir dystin.
Við hesum vil VÍF takka fyri eitt gott kappingarár og vit síggjast til finalurnar móti Kyndli, sum verða spældar soleiðis:
Mikukvøldið 24. apríl kl. 20:00 á Hálsi í Havn
Leygarkvøldið 27. apríl kl. 18:00 í Vestmanna
Sunnudagin 28. apríl kl. 17:00 í Vestmanna (møgulig triðja finala).