Sterkt brennandi smidliga kvikar

kvinnulidid-til-burn

Hvonn-liðið hjá VÍF hevur í summar havt styrkivenjingar hjá Berg í Havn. Jákup Súni Berg stendur fyri bæði vanligum venjingum, fitness og burn, og VÍF helt tað vera spennandi at lata genturnar sleppa at royna seg.

Tær hava vant í einar tveir mánaðir í summar og nú fáa vit at síggja, hvussu stóran mun tað hevur gjørt. Jákup Súni Berg sigur, at hann hevur lagt venjingarnar tilrættis, men at hondbóltsvenjarin hjá kvinnunum, Geir Wardum, ið kennir venjingarskránna, saman við øðrum hevur tikið sær av venjingunum, tá Jákup Súni ikki hevur verið tilstaðar.

Allar venjingarnar hava verið í hølunum í Havn, har tær hava havt bæði vanligar kondivenjingar, fitness og styrkivenjingar. Hetta eru venjingar, sum koyra út í eitt í ein tíma.

– Á mangan hátt er talan um somu venjingar, sum sterkastu menninir og kvinnurnar gera, men í hesum førum hava vit minimerað tað, so venjingarnar hóska til hondbóltskvinnurnar. Úrslitini skuldu helst verið, at tær brenna alt neyðugt burtur og at tær gerast sterkari, smidligari og kvikari, sigur Jákup Súni Berg.

jakup-suni-berg-2