STEYPADYSTUR: SO GONGUR LEIÐIN TIL HAVNAR

Stóru steypadagarnir eru leygardagin og sunnudagin og VÍF eigur lið í finalunum báðar dagarnar. Mest spennandi er dysturin leygardagin klokkan 16.00 millum VÍF og Kyndil. Eygleiðarar rokna við einum jøvnum dysti. Liðini hava spælt javnar dystir í ár, og í tveimum teimum seinastu landskappingardystunum millum liðini vann Kyndil tann fyrra og VÍF tann seinna. Samanlagt hevur VÍF bara mist 3 stig meðan Kyndil hevur mist heldur fleiri stig.

Júst støðan í landskappingini kann fáa summi at halda, at VÍF-kvinnurnar eru favorittar at vinna dystin. Onkur viðmerkjari hevur eisini VÍF sum lítlan favoritt. Her er øgiliga týðandi, bæði fyri leikarar og áskoðarar, ikki at blanda vón og veruleika saman. Júst oddastøðan hjá VÍF í landskappingini kann vera sera vandamikil, og vit eiga tí ikki at átaka okkum nakran sum helst favorittleiklut. At Anna Brimnes kemur heim úr Danmark til júst henda dystin ber boð um, at Kyndil ætlar sær at vinna steypið aftur í ár.

Treytin fyri einum góðum úrslitið er tí, at leikararnir og venjararnir eru klár á øllum plássum til dystin leygardagin. Hetta er galdandi fyri málverjar, verjuna og álopini. Havi einki annað í huganum fram til dystin, at allar sendingar sita sum tær skulu, at skotini eru miðvís, at snarálopini eru so trygg, sum tey plaga og at verjuparturin heldur høvdið kalt so vit ikki fáa óneyðugar útvísingar.

Onkur tosar um A-ketuna á liðinum og at rúm er ikki fyri nógvum útskiftinum. Undir vanligum umstøðum er hetta rætt og satt. Men vit hava sæð, at fleiri av teimum, sum kanska ikki sambært viðmerkjarum eru í A-ketuni, brádliga seta dagskránna. Tað kann eisini henda í hesum steypadystinum og tað kann geva okkum ein fyrimun.

Sjálvandi skulu tit spæla sum eitt lið, men tað forðar ikki tí “ósædda” leikaranum í vinstru ella høgru síðu at gera hol í sjógvin í steypadystinum – og aftaná fáa tøkkina og heiðurin fyri innsatsin.

Til allar 16 kvinnur á VÍF-liðinum, vit gleða okkum at síggja tykkum í leiki í morgin. Allar gera tit mun, Fríða Petersen, Ragnhild á Heygum, Kristina Griksaite, Tóra Seloy, Agnas Olsen, Liljan Djurhuus, Ingibjørg Olsen, Marianna Holm Jacobsen, Durita C. Jojic, Randi Virgarsdóttir, Lív Ingdorsdóttir, Jacklin Durhuus, Sarah Bank Bjerg, Kathe Frederiksen, Jórunn Gudmundsen og Heidi Maria Akselsen – og venjararnir Ingi Olsen, Agnar Joensen og Johan Poulsen.

Saman fara vit áskoðarar av húsum at stuðla okkara kvinnum, sum veruliga leingjast eftir at koma norður aftur til Vestmannar við steypinum. Góðan dyst, allar samlar!!!