Badmintonleikarar fyrireika seg til spennandi FM-stevnu. Leygardagin verða ikki færri enn 16 finalur á skránni til Kontrast FM 2015 í Hoyvíkshøllini, nú badminton, borðtennis og judo stendur fyri tørni.
Júst nevndu ítróttargreinar hava stóran týdning fyri oyggjaleikirnar, sum standa fyri framman. Øll árini hava vit fingið hópin av heiðursmerkjum heim við okkum frá hesum ítróttargreinum.
Í badminton eru tað brøðurnir Gunnarstein, ið endaðu báðir í finaluni í fjør, so onki er at ivast í, at bæði Niclas Højgaard og Aksel Poulsen ætla sær í finaluna í ár. Millum teir yngru leikararnar hjá HBF, sum royna seg móti eldru royndu monnunum er m.a. Magnus Dal-Christiansen, og hjá VÍF er tað Bartal Poulsen, ið kemur at vísa teimum royndu leikaranum vørr. – Seinasta ár sóu vit fleiri sera javnar dystir serstakliga í semifinalum og eisini í finalunum. Hóast Rannvá kann tykjast suveren í einmans- og tvímansleiki, so er ikki sørt, at fleiri yngri kvinnuleikarar nærkast, og eru klárar at bjóða henni av. – Talan er um tær tríggjar Sólfríð Hjørleifsdóttir, Gunnva Jacobsen og Kristinu Eriksen, sum var í finaluni móti Rannvá seinasta ár.