Sunset 26. februar: VÍF – Tjaldur 28-28

Tað eydnaðist VÍF kvinnunum at fáa annað stigið í dystinum móti Tjaldur í dag eftir at hava verið aftanfyri 13-19 í hálvleikinum.

Tjaldur legði seg á odda frá byrjan, men tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin javnaði VÍF til støðuna 7-7. So fór Tjaldur aftur frá VÍF til støðuna 10-7, og økti støðugt um leiðsluna til hálvleikstøðuna 19 -13 til Tjaldur. Adina Petra og Alina Olaru spældu væl saman, og Adina skoraði eina røð av málum. Samstundis sum VÍF gjørdi nógv mistøk riggaðu skjótálopini hjá Tjaldur væl í fyrra hálvleiki, har serliga Ansy Sevdal gjørdi fleiri mál.

Í seinna hálvleiki var VÍF liðið sum hamskift. Í verjupartinum høvdu tær gott tamarhald á stórskjúttunum hjá Tjaldur, Alinu og Adinu, og í álopunum vóru fleiri, sum tóku ábyrgd og skoraðu upp á teir kjansir, sum tær hegnisliga spældu seg fram til. Í 21. minutti javnaði VÍF til støðuna 23-23.  Tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum, var VÍF á odda 27-24. Men so sleptu tær Tjaldur inn aftur í dystin, sum endaði javnur 28-28.

Sæð í mun til spælið í fyrra hálvleiki, so kann ikki sigast annað enn, at VÍF kvinnurnar kunnu vera nøgdar við tað eina stigið. Bert spell at sigurin skuldi gleppa teimum av hondum í síðsta minutti.

Liðið hjá VÍF (skotin mál standa í klombrum): Beinta Poulsen (2), Tóra Seloy (3), Agnas Olsen (4), Annika Poulsen (2),  Liljan Djurhuus (11), Annika Patti, Torgunn Johansen (3), Kristina í Dávastovu, Jóhanna Gunnlaugsdóttir (1), Ragnhild á Heygum, Halla Durhuus, Viviann Petersen, Linda Davidsen (1) og Simona Iacob (1). Venjarar: Kári Mortensen og Johan Poulsen.

Liðið hjá Tjaldur (skotin mál standa í klombum): Katrin Jacobsen, Sólfríða Pattinson (2), Heidi Sevdal (2), Ansy Sevdal (7), Birita M. Absalonsen, Dania Poulsen (1), Rannvá Jacobsen, Adina Petra (11), Alina Olaru (4) og Barbara Nygaard (1). Venjarar: Zoran Sarcevic og Dejan Lacok.

Næsti dystur hjá VÍF í Sunset deildini verður móti Kyndli í høllini á Hálsi  leygardagin 3. mars.