Við einum framúr góðum endaspurti tryggjaðu VÍF kvinnurnar sær eitt stig í Runavík í kvøld.
Tá knappir 5 minuttir vóru eftir av dystinum, var støðan 29 – 24 til Tjaldur. Men við góðum verjuspæli og mansverju av bæði Alinu og Adinu forðaðu VÍF kvinnurnar Tjaldur at fáa mál hesa avgerandi løtuna av dystinum. VÍF skoraði 5 mál síðstu minuttirnar, so dysturin endaði við javnleiki 29 – 29.
VÍF byrjaði dystin best og kom á odda beinanvegin. Men so hálaði Tjaldur inn á aftur og løgdu seg á odda. Serliga vóru tað Adina Petrea og Alina Olaru Angel, sum vístu vegin hjá Tjaldur bæði í álopi og verju. Næstan hvørja ferð Tjaldur hevði trýmeturkast skoraði Adina. Hálvleikstøðan var 17 – 15 til Tjaldur.
VÍF byrjaði seinna hálvleik betur. Tær løgdu seg fram um 18 – 17 í trimum góðum skjótálopum. Men so kom stígur í hjá VÍF og Tjaldur legði seg aftur trygt á odda og økti støðugt leiðsluna heilt upp í seks mál eitt skifti. Liljan hjá VÍF var mansvard meginpartin av seinna hálveiki, og tí var trupult hjá henni at koma til skotroynd. Verjan hjá Tjaldur við Alinu og Adinu á odda vardi sum ein múrur fyri skotroyndunum hjá VÍF. Av hinum hjá Tjaldur var serliga lagt merki til Sevdal systrarnar, sum vóru skjótar og runnu í løtum frá VÍF leikarunum, tá Tjaldur fór í álop.
Men so steðgaði upp hjá Tjaldur, meðan VÍF gjørdi ein ordans vørr og tryggjaði sær javnleikin í seinasta minuttinum av dystinum.
Málskjúttar:
VÍF: Liljan Djurhuus 8, Agnas Olsen 7, Elisa Leo 6, Tóra Seloy 5, Torgunn Johansen 2 og Linda Davidsen 1
Tjaldur: Adina Petrea 14, Heidi Sevdal 6, Alina Olaru Angel 3, Ansy Sevdal 2, Sólfríða Pattinson 2, Rannvá Jacobsen 1 og Hansina Joensen 1
Næsti dystur hjá VÍF kvinnunum verður í Klaksvík 12. november móti Stjørnuni.