Bátastevnan 2011 – í tveir dagar

Fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai verður árliga Bátastevnan í Vestmanna. Fyri 10. ferð verður skipað fyri Bátastevnu í Vestmanna. Hesuferð verður stevnan hildin tveir fylgjandi dagar, fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai. Kunning um bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum, verður lagt út á heimasíðuni www.vif.fo