Tilmeldingardagur leygardagin 27.august

 

VÍF fer í ár at broyta skipanina viðvíkjandi innkrevjing av limagjaldi fyri felagið. Hetta gera vit við at hava ein tilmeldingardag
leygardagin tann 27 august.

Leygardagin 27. august er høvðustilmeldingar dagurin. Íðkandi limir og hvílandi limir kunnu henda dagin koma í Ítróttarhøllina millum klokkan 13-15, at gjalda limagjaldið fyri kappingarárið 2011/2012.

Tey, sum ikki hava møguleika at koma leygardagin 27. august, fáa so møguleikan at koma mánakvøldið 29. august millum klokkan 19-21.

Tilmeldingin fer fram í Ítróttarhøllini.

Gjaldast kann einans við kontantum peningi.

Tilmeldingardagurin verður skipaður soleiðis:

13:00-13:30: íðkandi barnalimir frá árgangi 2005 til árgang 2001

13:30-14:00: íðkandi barnalimir frá árgangi 2000 til árgang 1997

14:00-15:00 vaksnir íðkandi limir og hvílandi limir

Limagjaldið fyri komandi kappingarár verður fylgjandi:

Børn 350 kr. (árgangur 2005 til árgang 1997)

Vaksin 650 kr. (árgangur 1996 og eldri)

Hvílandi limir 250 kr

Teir limirnir, sum ikki gjalda limagjaldið 27. ella 29. august, fáa ikki møguleikan at nýta venjingartíðinar, sum VÍF hevur fingið tillutað í Ítróttarhøllini.

Av tí at felagið er tungt at reka fíggjarliga og limagjaldið er ein av høvðusinntøku felagsins, so er neyðugt við hesum nýggja
innkrevjingarhátti. Ein afturvendandi trupulleiki hjá felagnum er innkrevjingin av limagjaldinum, so nú royna vit á henda hátt og
vóna at limir felagsins taka væl ímóti hesum tiltaki.

Hava tit viðmerkingar, so kunnu tit venda tykkum til onkran av nevndarlimunum.