TRÍGGJAR ORSØKIR TIL AT VINNA FINALUNA Á H71

Tað eru minst tríggjar orsøkir til, at vit vilja vinna finaluna á H71, nú endabresturin verður mikudagin og leygardagin og kanska sunnudagin við. Í fyrsta lagið vilja vit bara vinna, tí tað er tað sum ítróttur snýr seg um. Vit vilja vísa, at vit kunnu og at vit eru best júst nú.

Í øðrum lagi vilja vit prógva, at tað saktans ber til at vinna FM-heitið tvey ár á rað – og trý og fýra ár, um tað skal vera.

Í triðja lagi vilja vit gera tað gott aftur, sum vit mistu á stokkinum í 2009, tá VÍF var í somu støðu, sum H71 er í í dag, nevnliga at hava tryggjað sær finalupláss langt áðrenn kappingin var liðug. Tað skuldi verið passaliga góður lesnaður at leita aftur til tað sum hendi í 2009 og á tann hátt samla nóg mikið av adrenalini at herja á inni á vøllinum og úti á áskoðaraplássinum – fyrst og fremst mikukvøldið kl. 20.00 í Vestmanna – vit taka ein dyst ísenn.

2015 H71 VÍF 167-PS-CUT

2009 skuldi vísa seg at gerast ein endurtøka av 2007. Ungu dreingirnir vóru eitt ár eldri og vóru mentir og lógu á odda so at siga alt kappingárið. VÍF var í finaluni longu í triðseinasta umfari.

Fjølmiðlar og fólk sum heild høvdu krýnt VÍF sum meistara longu áðrenn kappingin byrjaði. Tað er ikki altíð so gott, men í fyrsta dystinum vístu vestmenningar, at dugur var í teimum. VÍF møtti Neistanum frá byrjan og vann 34-28. Jóan Pauli Høgnesen var toppskjútti við átta málum, og Sámal Joensen skeyt seks.

Í fyrsta dystinum vann H71 heili 35-21 á Kyndli, og tað boðaði kanska frá, at fólk eisini skuldu rokna við H71 hetta kappingarárið.

VÍF vann síðani bæði StÍF á Skála og Kyndil í Havn, samstundis sum StÍF vann á H71, og VÍF dró frá hinum og legði seg einsamalt á odda. Men so tapti VÍF júst móti H71 í einum dysti, har Agnar Joensen og Niels Andreasen gingu undan í málskjótingini, men har framúr stríðsviljin hjá hoyvíkingum saman við góða málsmansavrikinum hjá Levi Nybo lønti H71 við einum 23-20 sigri.

Í dysti í Vestmanna móti StÍF heintaðu vestmenningar stórspælið fram aftur og hildu á við trivaligum sigri móti Kyndli. Agnar Joensen og Niels Andreasen gingu undan sum toppskjúttar. So stóðu kollfirðingar fyri tørni, og eisini har fekk VÍF tryggan sigur. Sámal Joensen var toppskjútti við átta málum.

Tá níggju umfør vóru leikt, hevði Neistin við sigri á H71 lagt seg á annað plássið tvey stig aftan fyri VÍF. Dysturin í Havn 3. januar 2009 millum

Neistan og VÍF var tí eitt slag av eini toppuppgerð, nú kappingin kom í helvt. VÍF vann uppgerðina 34-28. „Vit stríddust meira enn teir,“ var viðmerkingin hjá Sámali Joensen eftir dystin. Agnar Joensen skeyt níggju mál í hesum dystinum, men eini átta vestmenningar komu á máltalvuna. Nú kappingin var komin í helvt, hevði VÍF 18 stig, Neistin 14, H71 12, StÍF 10, Kyndil 6 og KÍF 2 stig.

Bæði VÍF og Neistin taptu sínar fyrstu dystir í seinnu helvt av kappingini. Komandi dysturin var móti júst Neistanum í Havn, og hann gjørdist sera spennandi og málríkur. Sámal Joensen skeyt 14 mál. Neistin vann dystin 38-37.

Men VÍF kærdi henda dystin til kappingarnevndina hjá HSF, tí dómararnir høvdu ógildað eitt mál upp á fríkast beint fyri hálvleikssteðgin. Neistin mótkærdi, men í mars staðfesti Ítróttadómstólurin hjá ÍSF avgerðina hjá kappingarnevndini og dómsnevndini um, at dysturin skuldi spælast av nýggjum.

Í komandi umfari vann VÍF akkurát á StÍF í einum dysti, har Rúni Joensen varð toppskjútti við sjey málum. Neistin tapti móti Kyndli, men H71 vann við nógvum málum á KÍF, og H71 lá nú nummar tvey í kappingini við sama stigatali sum Neistin.

VÍF helt fram at vinna, og í innanhýsis uppgerð millum Neistan og H71 legði Neistin hoyvíkingar aftur um seg við teprum sigri. Tvær vikur seinni vann H71 stórsigur á VÍF, men VÍF var kortini fýra stig framman fyri H71, tá fýra umfør vóru eftir at leika. Eitt finalupláss til vestmenningar var aftur í eygsjón.

Við stórsigri á StÍF, 39-26, tryggjaði VÍF sær pláss í finaluni, tá tvey umfør framvegis vóru eftir. Bjarti Hansen skeyt tíggju mál og Rúni Joensen níggju í hesum dystinum. H71 lá við 24 stigum best fyri at koma í finaluna saman við VÍF.

Í næstseinastu dystunum fall avgerðin um, at H71 kom í finaluna. H71 vann stórsigur á Neistanum í Hoyvíkshøllini. Óvæntað tapti VÍF fyri KÍF, 26-24, í sama umfari.

VÍF-liðið viknaði móti endanum, kanska tí tað ikki var so umráðandi at vinna, men sálarliga kann tað hava gjørt mun, at VÍF tapti móti botnliðinum KÍF og í seinasta umfari spældi javnt móti Kyndli, sum eisini lá í botninum hetta kappingarárið.

Umdystin móti Neistanum vann VÍF kortini. Dysturin endaði 36-24 eftir 16-16 í hálvleikinum. Áki Olsen og Sámal Joensen skutu ellivu mál hvør. VÍF endaði á 31 stigum, H71 hevði 28 stig.

Finalurnar vórðu leiktar skírisdag 9. apríl og páskaaftan 11. apríl. VÍF hevði valt at spæla fyrru finaluna í Vestmanna, kanska tí vestmenningar roknaðu við trimum finalum. Finalan í Vestmanna var sera tøtt, men H71 vann 29-28. Seinnu finaluna í Hoyvíkshøllini vann H71 30-24. Eina ferð enn vísti tað seg, at tað illa loysir seg at liggja á odda alla kappingina. Hetta ásannaði Agnar Joensen eisini eftir seinna dystin í Havn.

„At vit vóru klárir til finalurnar nokk so tíðliga, gjørdi sítt til, at vit fóru niður í ein aldudal og skuldu vinna okkum uppaftur. Men tað var ov tungt, og vit komu ikki rættiliga upp á toppin, nú alt skuldi avgerast,“ segði Agnar Joensen.

VIT SÍGGJAST Í HØLLINI MIKUKVØLDIÐ!!!

29396_r_960_620