Vestmanna Ítróttarfelag
VÍF er stovnað 17. mei 1939. Í dag er limatalið umleið 800 limir, aktivir og passivir.
Hondbóltur
Vestmanna hevur altíð verið kallað hondbóltsbygd burturav. Hondbólturin hevur upp gjøgnum tíðirnar altíð verið væl umtóktur.
Fyrsta lið, sum í 1939 var umboðað, vóru kvinnurnar. Í 1942 komu menninir eisini við einum mansliði.
Tey fyrstu árini felagið var virkið, spældu tey inni á Fjarðasandi, og síðan var farið niðan á “Gomluplen”.
Seinni varð spælt á vøllinum oman fyri skúlan. Í nøkur fá ár varð vant og leikt inni á Skála, áðrenn okkara egna ítróttarhøll stóð liðugt bygd og varð tikin í nýtslu í 1986. Síðani hava vit havt sera góðar umstøður.
Kappróður
Kappróður hevur eisini altíð verið væl umboðaður í Vestmanna. Fyrsta Vestmenningin smíðaði Jógvan í Skálum í 1927. Seinni bygdi hann eisini ta fyrstu Havfrúnna. Maðurin, sum bygdi seinna Vestmenning og Havfrúnna æt Niclas í Koltri. Hann bygdi stóran part av føroyska kappróðrarflotanum.
Í ár 2000 bygdi Olaf Haldansen nýggjan Vestmenning. Hann hevur síðani eisini smíðað 6-mannafarið Fortunu og 5-mannafarið Havfrúnna.
Núverandi bátar, Vestmenning, Fortunu og Havfrúnna, hevur Sámal Hansen smíðað.